Ástøði

FIE hjálpir øllum næmingum at betra um evnini at hugsa og at loysa uppgávur.


Kjarnaøki

Undirvísingarskráir Feuersteins eru grundaðar á ástøðið um, at vitsevni eru broytilig heldur enn føst. Tey kunnu tískil mennast við mediering (t.e. óbeinleiðis uppílegging).

Skráirnar eru evnaðar til fyri:

● at meta um og menna hugsan og  læring

● at elva til munabetri læring og uppgávuloysing

● at endurskapa ófullfíggjaðar kognitivar funktiónir

● at bøta um evnini at taka avgerðir

● at økja um innaru motivatiónina

● at læra at leggja til rættis og at hugsa smidligari


Hesi amboð eru munadygg og stuðla fólki í øllum aldri og við ymsum førleikum í at brúka síni evni til fulnar.


Yvirlit

Undirvísingarskráir Feuersteins hava støði í arbeiðinum hjá víðagitna Reuven Feuerstein professara. Hann menti eitt ástøði og ein læruhátt, ið hava roynst sera væl hjá øllum, ið skulu menna og styrkja evnini at læra, loysa uppgávur o.s.fr. Tey hava verið nýtt í ymiskum karmum, frá læknahølum til fyritøkur og ikki minst í flokshølum.

Grundhugtøkini í støddfrøði, náttúruvísindum og øðrum lærugreinum kunnu vera sera tung at ogna sær hjá summum næmingum. Næmingarnir kunnu missa sjálvsálitið og fáa stikni til hesar lærugreinir.


Undirvísingarskráir Feuersteins miðsavna seg um at økja um kognitivu funktiónirnar hjá næminginum og á henda hátt hjálpa honum at endurvinna sjálvsálitið og at kveikja nýggjan áhuga fyri lærugreinunum.


Tær fýra undirvísingarskráir Feuersteins verða nýttar sum amboð at hjálpa næmingunum til at brúka síni evni til fulnar, og fólk í øllum aldri hava fingið gagn av teimum. Amboðini kunnu eisini hjálpa fólki, ið bera brek, og teimum, ið hava trupult við at læra. Tær kunnu harumframt hjálpa evnaríkum næmingum á tann hátt, at skráirnar bøta um evnini hjá teimum at taka avgerðir, at leggja til rættis, at hugsa breitt o.s.fr. Undirvísingarskráirnar kunnu sostatt vera til gagns fyri allar næmingar.

Hesar undirvísingarskráir eru viðurkendar og høgt í metum altjóða. Harumframt hava skráirnar eitt dygt altjóða granskingargrundarlag. Tað eru gjørdar fleiri enn 2000 vísindaligar kanningar og óteljandi serkanningar av fólkum við ymsum læringarførleikum, íroknað næmingum, ið bera brek og hava læringartrupulleikar.

Nú á døgum hava fleiri enn 80 av heimsins londum sett í verk undirvísingarskráir Feuersteins. Her í Føroyum eru vit eisini komin við. Síðan 2013 hevur undirritaða arbeitt við undirvísingarskráum Feuersteins; eg undirvísi næmingum kring landið, og tað snýr seg um næmingar á ymsum stigum, t.e. frá fólkaskúla til Fróðskaparsetur. Umframt at vera á ymsum undirvísingarstigum eru næmingarnir eisini á ymsum menningarstigum. Undirritaða tekur nú eykaútbúgving, so eg eri før fyri at undirvísa námsfrøðingum, lærarum o.ø.


Um undirvísingarskráirnar

Undirvísingaskráirnar eru soleiðis háttaðar, at tær økja um tey kognitivu evnini, ið eru neyðug fyri at hugsa sjálvstøðugt og at fáa akademiskt góð úrslit. Skráirnar eru ymiskar og kunnu setast í verk fyri at menna hugsan, læring og støðutakan. Tær eru:

1. Instrumental Enrichment Standard (IE)

2. Instrumental Enrichment Basic (IE Basic)

3. Mediated Learning Experience (MLE)

4. Learning Potential Assessment Device (LPAD)


Instrumental Enrichment Standard

Instrumental Enrichment er eitt amboð, ið kann stuðla undir læring í øllum lærugreinum; hetta setur ikki krøv til serstaka vitan frammanundan í nøkrum av teimum innihaldsligu pørtunum. Tilfarið er býtt upp í 14 amboð, og venjingarnar verða gjørda við pappíri og blýanti. Tær fevna um orðaskifti og tað at stimbra læring; hetta er serliga ætlað fyri at menna ávísar kognitivar funktiónir, sum t.d. at greina og fata, eitt nú at læra at fata rúm og tíð, at skipa og savna tilfar, at menna ímyndingarevnini og læra at flokka.

Hetta er ein djúptøkin undirvísingskrá, og hon gevur best úrslit, um næmingurin er førur fyri at luttaka 2 ferðir um vikuna í einum 12 til 24 mánaða tíðarskeiði. Við IE læra næmingarnir at allýsa spurningar, finna hvat hoyrir saman, síggja sambond og gerast sjálvsmotiveraðir. Sostatt menna teir hugsanar- og arbeiðsvanar sínar.


Instrumental Enrichment Basic

IE Basic er eitt amboð, ið er serliga ætlað smærri børnum í teimum fyrstu skúlaárunum.

Undirvísingarskráirnar læra næmingarnar at liva seg inn í gerðir (empati) og at varnast tað skilaleysa.


Mediated Learning Experience

MLE er eitt dynamiskt samvirkið samband, ið ger tað lættari at mennast kognitivt. Skráin arbeiðir við næminginum bæði við tí, sum er undirskilt, og tí, sum er eyðsýnt at skilgreina, og at lýsa royndir við umheimin. Í umstøðum, har menningar- og mentanarmunir eru, verður neyðugt at læra sambond fyri at vinna á tarni, so læringarevnini skerpast.


Learning Potential Assessment Device

LPAD er ein frymil av dynamiskum metingum, sum greinar menningina av tí kognitivu funktiónini hjá næminginum. Tað verður ikki mett um, hvat næmingurin er førur fyri at gera nú, men heldur hvat næmingurin kann gera, tá ið hann fær eitt grundarlag og mannagongdir, ið hjálpa honum at menna síni evni.