Fá næmingin at hugsavna seg og arbeiða skipað. Her er skeiðið fyri teg, sum eisini vil taka tær av hesum næmingi.
FIE Tactile Kinesthetic er tað nýggjasta av amboðum Feuersteins
Tactile Kinesthetic-amboðið er ment serliga til tey, sum hava trupult við at hugsavna seg, t.d. orsakað av ADHD, ADD. Skeiðið er eisini ætlað sjónveikum, næmingum við lesitrupulleikum o.ø.
Granskingar hava staðfest, at tá ið undirvíst verður við hesum amboðum, starva hond og heili betur (rørsla og nerting eru ein partur av hugsanarháttinum), tí gerast fatanarevnini betri.
Næmingurin fær eina kenslu av, at hann megnar betur at hugsavna seg og dugir betur at nema sær kunning á ein skipaðan hátt. Hetta sæst aftur bæði í náttúru- og hugvísindaligum lærugreinum.
Hesi amboð hava verið nýtt í Føroyum seinasta árið av undirritaðu, og tey hava roynst sera væl (sí heimasíðuna: ord.fo).
Tactile Kinesthetic-arbeiðshátturin verður eisini nýttur at venja fólk upp aftur, ið hava heilaskaða og til at fyribyrgja demensi.
Skeiðið gevur luttakarunum førleika at menna bæði børn og vaksin, sum av ymsum orsøkum hava trupult við at hugsavna seg. Arbeiðshátturin virkar til, at tey gerast meira fatanarliga (kognitivt) virkin og fáa betri bindindi til at nema sær kunnleika og at skipa sítt arbeiði.
Á skeiðinum verður grundástøði, mannagongdir og vísindini handan Feuerstein Instrumental Tactile Kinesthetic-arbeiðsháttin gjøgnumgingin. Sjálv amboðini eru ikki við í prísinum, hesi kunnu bíleggjast við tilmeldan. Tær tørvar bara eitt sett, tí hesi amboð verða endurnýtt.
G.G. Treytin fyri at luttaka á FIE Tactile Kinesthetic-skeiðinum er, at luttakarin hevur lokið prógv í FIE Standard 1, sí niðanfyri.
Tey 4 fyrstu av teimum 14 aðalamboðunum Feuersteins verða gjøgnumgingin.
FIE er evnað til fyri at bøta um kognitivu funktiónirnar, ið eru neyðugar fyri at kunna ogna sær vitan og til vitborin avrik.
Grundhugsanin í hesum skráum er, at vitsevni eru dynamisk og broytilig og ikki støðug. Við eini neyvari greining av tørvinum hjá barninum, tí unga ella vaksna er FIE eitt gott amboð hjá einum lærara ella terapeuti til at hjálpa fólkum við lærutrupulleikum.
Skráirnar eru ætlaðar til:
• At bøta um grundleggjandi fatan og hugsan
• At økja um fatan av hugtøkum
• At betra um egnar gávur
• At betra um mannagongdir og hugsanir, ið kunnu setast í verk
• At betra um evnini, ið eru neyðug fyri at virka sum sjálvstøðugt menniskja.
Á báðum skeiðum er undirvísari ein av teimum mest vandu og serkønu frá Feuerstein instituttinum í Ísrael. Undirvíst verður á lættskildum enskum og føroyskum máli.
Tekning á heimasíðuni: ord.fo
Stað: Tórshavn
Íroknað miðmáli og kaffi.
Kostnaður: pr. luttakara ikki ásett enn
Meira kunning um nær skeiðini verða, verður lýst seinri á heimasíðuni.