Feuerstein

Feuerstein professari - ein risi í kognitivari sálarfrøði

Feuerstein professari gjørdi upp við fatanina, at vitsevni eru føst og óbroytilig. Hansara gransking avdúkaði, at vitsevni kunnu mennast, og at øll børn kunnu læra, hvussu tey skulu læra. Hann menti nýggjar undirvísingarhættir, sum stuðla fólki í øllum aldri og við ymsum førleikum í at brúka síni evni til fulnar.

Feuerstein (1921-2014) varð føddur og tók útbúgving í Rumenia. Hann flýggjaði til Ísrael í 1944 og arbeiddi við børnum, sum komust undan Holocaust á lívi (1945–1948). Hann byrjaði sína starvsleið við at kanna tørvin hjá flóttabørnum. Feuerstein varnaðist, at tað ikki bar til at nýta vanligu skilroyndirnar (IQ tests) til hesi børn. Í royndunum varð ikki lagt upp fyri teimum ræðuleikum, sum teimum høvdu verið fyri, ei heldur kundu tær avdúka teirra sonnu førleikar. Tá ið børnini vórðu mett við eini dýnamiska metingarmannagongd, sást, at tey høvdu evni, sum ikki høvdu verið eyðsædd í vanligu skilroyndini. Hetta úrslit varð seinni brúkt til “undiravrikarar” (t.e. næmingar, ið roynast verri, enn evnini eru til), tilflytarabørn og onnur, ið høvdu serligan tørv, og hetta hevði við sær, at ástøðini fyri SCM og MLE vórðu ment. Í 1950-árunum starvaðist Feuerstein sum stjóri fyri sálarfrøðiligar tænastur í Youth Aliyah (at staðseta unglingar í Ísrael) og var við til at meta og útbúgva ungar tilflytarar og flóttafólk, ið komu úr ymsum londum. Hesi fólk høvdu hórað undan persónligari, mentanarligari og sosialt ringari støðu og komu – ofta einsamøll – til Ísraels. Í 1960-árunum las Feuerstein á universitetinum í Geneve og var næmingur hjá Jean Piaget, André Rey, Bärbel Inhelder og Marguerite Loosli Uster, og seinni tók hann ph.d.-útbúgving í menningarsálarfrøði í Sorbonne (1970). Frá 1970 til 1986 starvaðist Feuerstein sum professari í The School of Education í Bar-Ilan universitetinum. Hann stovnaði og var stjóri á The Hadassah-WIZO-Canada Research Institute í Jerusalem, sum í 1986 skifti navn og gjørdist stovnurin International Center for the Enhancement of Learning Potential, t.e. ICELP.

Í meira enn 50 ár hava ástøði Feuersteins og undirvísingarhættir hansara verið nýttir, og teir verða nú nýttir í fleiri enn 80 av heimsins londum. Feuerstein er kendur fyri sítt slóðbrótandi arbeiði í sambandi við kognitivan broytileika. Hann vrakaði ta hugsan, at vitsevni eru føst og óbroytilig, og hann gjørdi seg til talsmann fyri meginregluna, at øll børn eru før fyri at læra, hvussu tey skulu læra og kunnu tískil gerast før fyri at ogna sær vitan. Hann stóð stinnur ímóti vanligari mannahugsan tá í tíðini, tá ið undirvísarar og sálarfrøðingar fingu tann lærdóm, at tað eru kritisk tíðarskeið, sum avmarka menningina hjá barninum. Sjónarhornið, sum býr undir hugtakinum kritisku tíðarskeiðini, er, at um tú ikki sum barn ognar tær ávísan kunnleika ella førleika í tí grundfesta kritiska tíðarskeiðinum, verður tað ómøguligt hjá tær seinni at ogna tær henda kunnleika ella førleika ella verður tað ið hvussu so er sera trupult. Við at gera sítt SCM-ástøði helt Feuerstein upp á, at tað er møguligt at vinna á forðingum sambært vanahugsan fyri at broyta: kritisk tíðarskeið, hvussu álvarsamur standurin er og hvørjar orsakir eru til sjúkuna ella tarnið. Hetta er ikki longur óvinnandi forðingar fyri broyting, og orsøkin er tann, at tað ber til at leggja upp í sambandið millum nervaliðileika og kognitivan broytileika. Feuerstein granskaði hesa hugsan og helt upp á, at “vitsevni eru ikki ein støðugur bygnaður, men ein opin, dýnamisk skipan, sum kann halda fram at mennast gjøgnum alt lívið!”

Millum tey ástøði og nýtsluskipanir, sum Feuerstein menti, eru at nevna Structural Cognitive Modifiability, Mediated Learning Experience, (MLE), Cognitive Map, Dynamic Assessment: Learning Propensity Assessment Device (LPAD), Instrumental Enrichment Tools (IE) og Shaped Modifying Environments (SME). Hesar venjingar grípa hvør inn í aðra og gera undirvísarar og viðgerar førar fyri á skipaðan hátt at menna kognitivu evnini hjá næmingum og sjúklingum og fáa tey at starva betur.

Feuerstein var ikki bert kendur fyri sítt slóðbrótandi sálarfrøðiliga ástøði, sína útbúgvingarfilosofi og uppíleggingartøkni, men eisini fyri sína stóru umsorgan, kærleika og góðvild í sambandi við fólk, ið stríddust við kognitivar og kensluligar trupulleikar.

Sí meira um Feuerstein:

Um Feuerstein
Les meira
Tactile
Les meira
Feurestein-hátturin
Les meira
Fatanarligar funktiónir
Les meira
Barnaklinisk programmir
Les meira