Tann fyrsta í Føroyum, ið hevur undirvíst eftir undirvísingarskráum Feuersteins. Havi síðani 2013 undirvíst næmingum við lærutrupulleikum á ymsum skúlum kring landi. Hesir eru á ymsum útbúgvingarstigum, t.e. frá fólkaskúla til fróðskaparsetur. Næmingarnir eru á ymsum menningarstigum. Undirvísingin hevur hilnast sera væl, og næmingarnir hava menst og fingið góð úrslit.
Undirvísi næmingum við serligum avbjóðingum í FLS.
Við støði í míni Master-útbúgving havi eg undirvíst á miðnámi í 6 ár.
Undirvíst orðblindum næmingum á miðnámskúlum.
Hildið skeið fyri ungum og vaksnum við lesi- og skrivitrupulleikum.
Arbeitt sum konsulentur viðv. skeiðvirksemi.
Havi 18 ára starvsroyndir sum námsfrøðingur.
Arbeitt við børnum og vaksnum við serligum tørvi á serstovni.
Arbeitt við børnum úr 3-7 ára aldur á barnagarðsstovnum.