Hóast hann er orðblindur, so megnaði 23 ára gamli Eli Frederiksberg av Nesi at fáa skiparaprógv á Sjónámi í Klaksvík seinasta fríggjadag. Meðaltalið var omanfyri 7 eftir nýggja stiganum.
- Tað sá út sum at lærarin hevði bløtt nasablóð niður á pappírið. Har vóru reyðar strikur undir hvørjum orði, sigur 23 ára gamli Eli Frederiksberg av Nesi (á Toftum). Hann stendur sum nýklaktur skipari á Sjónámi í Klaksvík og greiðir frá tí degnum fyri skjótt hálvumøðrum ári síðani, tá hann gekk upp gjøgnum trappurnar í skúlanum og bankaði á hurðina hjá deildarleiðaranum.
- Eg hevði púra mist mótið, sigur hann.
Eli er orðblindur, og tað hevur ávirkað hann nógv ein stóran part av lívinum. Kortini eydnaðist honum við góðari hjálp og ágrýtni at fáa skiparaprógv á Sjónámi í Klaksvík seinasta fríggjadag.
Eli er breiðvaksin og kanska undir meðal til hæddar. Hárið er tættklipt og til prógvhandanina er hann í myrkum klædningi, ljósabláari skjúrtu og slipsi. Hann hevur sett seg á mittasta plássið í fremstu røð, og gleðin lýsir av honum henda dagin.
- Kenslan er óalmindiliga góð. Vit vóru uppi í næstseinastu viku, tá fekk eg eitt 12 tal og tvey 10 tøl. Tá blívur mann glaður, sigur hann.
Av øllum karakterunum er Eli tó glaðastur fyri 2 talið, sum hann fekk í enskum.
- Eg skilji væl enskt, tí eg havi hugt eftir filmum og sovorðnum, men at lesa tað, tað er sum at lesa kinesiskt.
Eli hevur nevniliga ongantíð havt enskt í fólkaskúlanum.
- Eg fór til fyrsta tíman, tá vit byrjaðu uppá tað enska í fólkaskúlanum, og eg og lærarin vóru ikki so væl so har fór eg út og síðani var eg ongantíð aftur í nøkrum tíma í enskum.
- Sjálvt um hetta er tann lægsti karakterurin, so er tað júst hetta talið, sum eg var glaðastur fyri at fáa, tí fyri meg merkti tað, at eg hevði staðið royndina, sigur hann. – Tá eg fekk tann karakterin, lætnaði hjá mær.
Samlaða meðaltalið hjá Eli er omanfyri 7 eftir nýggja stiganum, og tað er hann sera væl nøgdur við.
Fyrstu árini í barnaskúlanum gekk skúlagongdin toluliga væl hjá Eli.
- Tá vóru tekstirnir sum vit lósu so stuttir, at tað bar til at minnast hvat stóð har, men seinni riggaði hesin mátin ikki, sigur hann.
- Eg varð sendur til eina kanning, eg meini tað var í 6. flokki. Har bleiv staðfest, at eg var orðblindur, sigur hann.
Hann fekk tá nakrar eyka tímar saman við stjóranum og eisini saman við onkrum lærara, men henda hjálpin var avmarkað.
- Størsti trupulleikin var manglandi játtan. Tey ið bera brek skulu nú ganga í skúla saman við hinum, og hesi fara við so nógvari orku, at tað verður ov lítið eftir til teirra sum hava minni trupulleikar, sigur Eli.
Hann vil tó ikki geva skúlanum alla skuldina fyri tað, sum ikki gekk væl.
- Skúlatíðin var eisini ein góð tíð. Skúlastjórin, Marita Dalsgaard var ógvuliga hjálpsom og hon stríddist, men problemið var eg sjálvur. Eg tímdi ikki, so eg hevði eisini mín feil.
Eli heldur sjálvur, at hann var komin í eina ónda ringrás. Orðblindnið var orsøk til eina vánaliga sjálvsmynd, og hetta gjørdi, at mótið og harvið hugurin at læra var lítil.
Kára Heinesen, orðblindalærari, sum hevur hjálpt Eli á Sjónámi sigur við Norðlýsið, at tað at taka næmingar úr vanligu undirvísingini, fyri at geva teimum eyka tímar í lesing, hevur eisini eina skuggasíðu.
- Hesir næmingarnir verða ofta merktir av, at teir hava mist undirvísing í øðrum fakum. Hesi fakini mugu teir tí eisini læra umaftur eftir fólkaskúlan, sigur hon.
- Hetta saman við tí at næmingarnir ofta verða undirmettir orsaka av teirra manglandi førleika at lesa og skriva, setur næmingarnar í eina uppaftur verri støðu.
Eli heldur ikki, at happing var nakar stórur trupulleiki hjá sær, hóast hann onkuntíð varð happaður í skúlanum.
- Eg var somikið sterkur, at eg kundi verja meg móti tí, sigur hann.
Aftaná skúlatíð hevði hann tað gott. Tað hendi altíð okkurt har sum hann var og skúlating gjørdi hann ongantíð.
- Men tað var tungt at fara upp um morgunin fyri at møta í einum skúla har eg fekk so lítið burturúr, men eg gjørdi tað kortini. Tá mann bleiv eitt sindur eldri, so hevði eg onkuntíð egningarklæðini í taskuni, og tá mamma setti meg av við skúlan, fór eg inn, til hon var farin avstað, og so fór eg oman í egningarskúrin at egna. Hon visti ikki betur enn at eg var í skúla.
Í 9. Flokki fór Eli í praktikk sum timburmaður og har bleiv hann verðandi í tvey ár. Men tá blivu tíðirnar ringar so arbeiðsgevarin gavst við sínum virksemi, og Eli fór tí til skips.
- Mær dámdi væl at smíða, men eg visti alla tíðina, at tað fór ikki at verða mín lívsleið. Eg hevði frá barnsbeini av havt ein dreym um at koma umborð á eitt skip og blíva skipari, ella í øllum førum yvirmaður. Men vónina um at blíva yvirmaður hevði eg tó mist, tá eg fekk staðfest at eg var orðblindum, sigur hann.
- Eg fekk tó mótið aftur tá eg kom í samband við Felagið fyri lesi og skriviveik. Tá haldi eg at eg mundi vera um 18 – 19 ára gamla, sigur Eli.
Í veruleikanum var tað felagið sum vendi sær til hansara. Tey høvdu hoyrt um hann, og bjóðaðu seg til at hjálpa honum.
Hann fekk tímar hjá teimum hvønn hósdag, og har var hann, tá hann var heima, og tað gav honum mót. Tað byrjaði at ganga framá og nú kundi hann lesa okkurt av tí, sum stóð á portalunum.
Í hesum viðrákinum byrjaði Eli á dekkaraskúla í Klaksvík og har gekk hann í hálvt ár.
- Tað gekk rættiliga væl og eg fekk gott mót at fara víðari á skiparaskúla. Men tá gekk galið. Longu fyrsta dagin høvdu vit tveir tímar í enskum, og tá misti eg fullstendiga mótið. Eg væntaði ikki, at eg nakrantíð fór at koma ígjøgnum tað, sigur hann.
Tað var henda dagin, at Eli fór og bankaði uppá hjá Ragnari Ludvig, deildarleiðara á skúlanum. Ragnar fekk sett eitt arbeiði í gongd, men tað var ikki uttan mótgongd. Tað vísti seg nevniliga, at kunngerðin um stuðul til lesiveik var bert galdandi fyri miðnámsskúlar, so Eli sum gekk á skiparaskúla kundi sambært henni ikki fáa nakra hjálp.
Deildarleiðarin bað Mentamálaráðið um eina skrivliga váttan fyri, at næmingurin ikki hevði rætt til at fáa hjálp, men tann váttanin kom ongantíð. Ístaðin fekk hann eitt teldubræv, sum gav undantaksloyvi til at fylgja einum donskum leisti. Pengar fylgdu tó ikki við, so skúlin mátti sjálvur finna pengarnar til orðblindalæraran.
Ragnar Ludvig sigur við Norðlýsið, at so leingi sum talan bara er um ein næming, ber hetta til, men um talan hevði verið um fleiri næmingar, so hevði tað ikki latið seg gjørt.
Eftir samrøðuna við deildarleiðaran, varð ein roynd gjørd, har Eli skuldi skriva á føroyskum og enskum. Úrslitið vísti, at tað stóð illa til hjá honum. Ein reyð strika stóð undir hvørjum orði.
Tí fekk Eli ein hjálparlærara, sum tók sær av undirvísingini í føroyskum og enskum, og hon hjálpti honum eisini til royndirnar.
- Eg var uppi í føroyskum og fekk eitt 7 tal og tá hugsaði eg, at enskt skuldi eg eisini klára og tað gekk akkurát.
Fríggjadagin upprann so tann stóra løtan, tá prógv vórðu handað á Sjánámi í Klaksvík.
Umleið 80 fólk høvdu funnið sær sess inni í tí ljósu skiparastovuni, meðan sjómanssangir vórðu spældir spakuliga á eitt klaver. Fleiri av næmingunum høvdu leitað sær tey føroysku klæðini fram, meðan aðrir sótu í klædningi.
Felagssangir vórðu sungnir, røður hildnar og prógv vórðu handað. Onkur fekk eisini gávu fyri góð avrik.
Móti endanum varð Eli Frederiksberg róptur upp. Hann fekk gávu handaða frá orðblindalæraranum Káru Heinesen, og eisini fekk hann eitt blómutyssi frá Felagnum fyri lesi- og skriviveik.
Eingin ivi kann vera um, at bæði orðblindalærari og felag høvdu eina kensluna av, at tey eisini høvdu staðið royndina.
Spurdur um hann nakrantíð fer aftur í skúla sigur Eli, at hann hevur ikki mót um tað í løtuni, tí hjá skipsførarum fer undirvísingin í enskum uppá B-stig, og tað er hann ikki klárur til enn.
- Men um eg fyrst taki tað sjálvur, so havi eg mót uppá at fara víðari. Um tað verður um 10 ár ella um 2 ár, tað veit eg ikki.
purd hvussu nógv tað kostar at fáa ein orðblindan næming ígjøgnum skúlagongdina er Kára Heinesen avgjørd:
- Eg vildi heldur spurt, hvat tað kostar at lata vera við at hjálpa næminginum. Allir teir næmingarnir, sum eg havi verið í sambandi við, ynskja at klára seg sjálvar, ynskja at lesa og fáa eitt arbeiði og gjalda sín skatt, samfelagnum at gagni.
Á hinari síðuni vísir hon á, at kanningar í svenskum fongslum vísa, at ein stórur partur av fangunum har eru orðblindir.