Tíðindi

Nýggjur læruháttur í Føroyum

Soleiðis royndist undirvísingin hjá Káru:

Símun var 10 ár, tá ið vit fingu at vita, at hann var orðblindur, ikki ringur, men umleið miðal. Tað varð staðfest í apríl 2015. Tá gekk hann í 3. flokki.

Hann hevði serliga trupult við at byrja at lesa, so vit høvdu illgrunan um orðblindi, men hann hevði tað eisini trupult við at hava bindindi sum heild í skúlanum.

Vit gjørdu av at hava samband við Káru, sum arbeiðir í felagnum fyri lesi- og skriviveik, www.lesa.fo. Vit høvdu frætt, at læruhátturin hjá henni hevði sera góða ávirkan á børn, sum høvdu trupult við at hava bindindi og trupult við at lesa. Tað var júst tann hjálp, sum vit sóknaðust eftir, so Símun kundi fáa nøkur amboð at nýta í gerandisdegnum.

Símun byrjaði hjá Káru stutt fyri jól, og honum dámdi tað framúr væl frá fyrsta degi. Longu eftir fyrstu undirvísing hevði hann eina góða kenslu av at hava lært nógv, tí hann dugdi og skilti alt tað, sum Kára vandi við honum. Tað var ein stór uppliving hjá honum, tí hetta var ikki nakað, ið hann var vanur við tað frá skúlanum.

Kára hevur givið Símun nøkur amboð, sum gera, at hann er førur fyri at hugsavna seg um lesing og rokning – og eisini, tá ið hann skal spæla borðspøl.

Hann dugir sjálvur at greiða frá, at hann følir ikki, at hann lærdi eins nógv í lesibólkinum í skúlanum. Hjá Káru skilur hann hennara læruhátt nógv betur, tí tað er heilt øðrvísi læring, og tað er ein háttur, sum hóskar til hansara. Hann sigur eisini, at Kára "ger stuttligari ting". Tað halda vit vera sera jaligt, tí tað vísir, at hann skilur hennara læruhátt.

Tann 26. jan. 2016 ᅠvóru vit til foreldrafund í skúlanum. Tá varð sagt, at tey longu kendu mun á honum í sambandi við lesing og við tað at hugsavna seg um undirvísingina.

Hjá Símuni er hetta ein sera stór hjálp, tí knappiliga varð hann førur fyri at skilja alt betur í lesingini og vera nøgdur við tað, sum hann dugir. Hann fer uttan iva at halda áfram við hesum læruhátti, sum Kára lærir hann.

Símun er eisini vorðin glaður fyri lesibólkin í skúlanum. Hann fær hugsavnað seg betur, og hann fær nógv burturúr nú. Orsøkin er tann, at hann hevur fingið nøkur amboð, sum hann kann nýta, og hann følir sjálvur skjóta framgongd.

Símun er farin at lesa rættiliga væl, bæði føroyskt og danskt. Og hann elskar tað.

Heilsan

mamma og pápi Símunar

No items found.

Sí fleiri tíðindi:

Prógvhandan
Les meira
Vit læra at testa
Les meira
Fingið 10. floks prógv
Les meira
Nýggjur læruháttur í Føroyum
Les meira
Eli á Rás 2
Les meira
Til lukku
Les meira
Fekk skiparaprógv hóast orðblindur!
Les meira